Skála Ítróttarfelag skrivar:
Skála ÍF og Hans Jákup Arngrímsson hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
21 ára gamli U21 landsliðsmálverjin er skrásettur fyri at hava spælt 108 dystir fyri 1. deildarliðið hjá Víkingi.
Hann hevur í ár víst stórspæl í málinum hjá U21 landsliðnum.
Vit gleða okkum til at síggja Hans Jákup undir Mýruhjalla.
 