Fyrrverandi landstýriskvinna í Mentamálum, Hanna Jensen, gevur nú ilt av sær, har hon leggur eftir landstýrismanninum í síni egnu samgongu, Djóna N. Joensen, sum ætlar at innføra vetrarfrí í viku sjey í 2025.
Hon skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga :
Hesum eru eg og mong við mær hart ímóti, og bæði eg og mong við mær hava boðað frá tí aftur og aftur – bæði beinleiðis til landsstýrismannin og alment í greinum o.a.
Men landsstýrismaðurin lurtar ikki og ger ímóti einum stórum meiriluta.
Hinvegin drálar hann við at arbeiða saman við samgonguflokkunum og øllum tinginum við semjusøkjandi arbeiði fyri fólkaskúlan, og hesum taki eg kraftiga frástøðu frá – sum foreldur, sum skúlafólk, sum royndur kommunalpolitikkari og landspolitikkari!
Eg fari so langt sum at siga, at her verður arbeitt ímóti samgongusemjuni!!
