L’ordre national du Mérite er franskt heiðurstekin, sum Charles de Gaulle, forseti, setti á stovn í 1963. Hetta er eitt heiðurstekin í trimum stigum, har riddari er fyrsta stig, offiserur annað stig og kommandørur triðja stig.
Hanna Jensen fekk heiðursteknið riddari í 2012 frá táverandi franska forsetanum, Nikolas Zarkosy. Nú hevur forsetin, Emmanuel Macron, veitt henni heiðursteknið á øðrum stigi, offiserur av L’ordre national du Mérite.
Tað var franski sendiharrin í Danmark, Christophe Parisot, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum, sum handaði Honnu heiðursteknið til eina móttøku í býráðshúsinum í Norðragøtu seinnapartin.
Til høvið vóru komin nøkur frá Eysturoyar Dansifelagi at kvøða og dansa fyri gestunum, ikki minst fyri at sýna okkara ríka mentanararv við rótum og sambondum til Frakland, eins og okkara vakra tjóðbúna. Kvøðið varð m.a. í Gøtu ein dag og ein partur av Runsivalsstríðnum, og alt gekk upp í hægri eind, tá dansifólkið sang á føroyskum um Rólant, Dýrindal, Ólivant, Karlamagnus, Frakland og Runsival og bjóðaði móttøkugestunum upp í ringin.
Myndir og video: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook