Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2024 10:00

Handverkaramessa: Enn størri enn undanfarin ár

Mynd: Sverri Egholm

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 31. Mai skipar Bygma Balslev fyri Handverkaramessu. Sum vanligt, verða stór tjøld sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík. 

Handverkaramessan er vorðin størri ár eftir ár og í ár er einki undantak. 47 veitarir verða umboðaðir í ár og tað er tað mesta higartil. Veitarirnir umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í byggivinnuni. Tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu umframt eina rúgvu av øðrum spennandi vørum. 

Nógv serstøk messutilboð plaga at vera og tað verður eisini í ár. Í 2022 vóru áleið 3000 vitjandi til messuna. Eins og undanfarin ár bjóðar Bygma Balslev bæði mat og drekka. 

Fleiri slóðbrótandi og nýggj amboð og tilfar verða at síggja á teimum nærum 1200 fermetrunum sum í ár er karmur um Handverkaramessuna. Messan er gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum í hondini, eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur messuna fríggjadagin 31. Mai klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til kl. 19.00