Lesarabræv
Hetta er onnur av fleiri greinum frá Magna Skaale, formanni í Antares, um støðuna viðvíkjandi teimum, ið arbeiða uttanlands. Allar greinarnar eru/vera at finna á www.antares.fo
Fíggjarmálaráðsfrúan, hvørs málaráð hevði tikið tølini úr fyrispurninginum frá Deloitte – fyri síðani at klippa og líma tey saman aftur sum eitt kaleidoskop av misinformasjón – legðist ikki á boðini. Nei, hon brúkti hesi skeivu tølini sum grundarlag fyri eini skattaumskipan, sum rakti allar føroyingar, ið arbeiddu uttanlands. Eisini tann stóra meirilutan, sum ikki sigldi undir Bahamas flaggi í einum ávísum reiðaríi. Eisini meiriltua, sum fyri tað nógva lá millum 600.000 og 700.000 kr í inntøku – og sum longu rindaði skattin í Føroyum.
Sannleikin er, at nakrir heilt fáir føroyingar – teir kunnu teljast á einari hond – tjentu væl og umboðaðu tølini frá Taks..
Villeiðingin var hinvegin, at tað ikki bleiv sagt, at hesir longu rindaðu skattin í Føroyum, og villeiðingin bleiv enn størri, tá hvørki almenningurin ella føroya fólk fekk at vita, at tølini vóru stolin frá Deloitte og Antares – og grovliga misbrúkt í eini herferð.
Hvussu skal løgtingið taka logiskar niðurstøður útfrá justeraðum sannleikum og villeiðingum?
15. januar spurdi Árni Skaale fíggjarmálafrúuna: «Takk harra formaður. Eg havi spurt einaferð, fari at prøva aftur, tí kanska Ruth Vang er betri informerað, kanska veit meira, men hetta hevur verið fráboðað og er nú sett í verk. Sær man, hvussu nógv hava reagerað, hvussu nógv eru flutt úr okkara skipan til onkra aðrastaðni td. Og hevur man nakað fíggjarligt boð uppá, hvat effektin av hesum fer at verða? Verður tað soleiðis, sum man ætlaði, tá man legði hesa broytingina fram, at man fer at fáa hægri inntøku, ella tað sama? Ella er kanska resultatið, at man fer at fáa eina lægri inntøku til landið? Takk fyri harra formaður»
Og svarið frá fíggjarmálafrúuni var, ikki óvæntað, hálvur sannleiki og villeiðing.
Hon svaraði soleiðis: «Takk fyri, Vit halda, at tað er for tíðliga at eftirmeta enn, men tað, sum vit hoyra er, at fólk flyta. Sum sagt, um tú flytir frá einari skipan, har tú ikki hevur rindað skatt til t.d. DIS, so er broytingin eingin, burtursæð frá, at tú tá kemur at gjalda føroysk sosial gjøld í Føroyum. Vissi, og tað vita vit eisini um, at man ístaðin fyri at arbeiða uttanlands, kemur heim til Føroyar at arbeiða, ja so gevur tað meira enn tað, sum vit hava væntað. Also, tað sum vit hava roknað útfrá, tað er at fólk fortseta við at arbeiða, soleiðis sum tey gera. Og sjálvandi, tað fer at ávirka, tað vita vit, at tað fer at gera, men tað kann ávirka báðar vegir. Takk fyri
Allir, sum sigla undir NIS uttanfyri norska havleið, hava rindað skattin her heima. Millum 200.000 og 300.000 í skatt. Nú roynir hon at fortelja løgtinginum, at tað er betri fyri landskassan, at tað vera rindaðar 10.000 í sosialum gjøldum, heldur enn 200.000-300.000 í skatt.
Hálvi sannleikin er, at nakrir flyta heim. Villeiðingin er, at heimflytingin var longu byrjað. Menn søktu sær størv, sum passaðu til teirra førleikar og fíggjarligu viðurskifti, so hvørt tey vóru tøk. Tað sást eisini í kanningini frá Deloitte. Villeiðingin var, at hon upplýsti ikki, at teir allarflestu, sum fluttu, fluttu frá skattagevandi NIS til ikki-skattagevandi DIS.
Og tað er enn ein villeiðing, tá avvarðandi landsstýrisfólk stendur á løgtingsins røðarapalli og sigur, at tað er betri fyri landskassan at fáa 10.000 í sosialum gjøldum, heldur enn at fáa 200.000 -300.000 inn í skatti.
Hvussu skal Løgtingið taka logiskar niðurstøður útfrá justeraðum sannleikum og beinleiðis villeiðingum? Hesuferð borðreitt av tignarligasta talarastóli í landinum?
Norskir reiðarar standa spyrjandi og undrandi. Hví flyta føroyskir fiskimenn av norskum fiskiskipum til grønlendsk fiskiskip? Samstarvið hevur altíð verið gott.
Jú, orsøkin til flytingina er, at teir, sambært norðurlendsku skattaavtaluni, altíð hava goldið allan skattin í Føroyum, men at teir nú skulu gjalda so nógv, at tað ikki longur loysir seg at vera á góðum arbeiðsplássum, har teir hava stórtrívast. Orsøkin til flytingina er, at Ruth hevur tvingað menn úr Norra, hagani allur skatturin kemur í landskassan, til Grønlands, har allur skatturin fer í grønlendska landskassan.
Men sambært Ruth er tað ein vinningur fyri landskassan, at landið fær 10.000 í sosialum gjøldum, og einki í skatt.
Magni Skaale Formaður Antares.fo
