Landsverk boðar frá, at tað er hált er um alt landið. Tað eru ring koyrilíkindir á Sandoynni. Tað er ikki koyrandi á Kalsoynni. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum í løtuni.
Og Føroya politi ávarar í løtuni um, at tað eru fleiri bilar fastir í kavanum í bæði bygdum og óbygdum øki. Bilar, ið standa fastir eru til stóran ampa fyri starvsfólk hjá Landsverk, ið rudda vegirnar. Heitt verður á førarar at vísa størsta varsemi og umhugsni og boða frá um tey fara frá bilinum.
Sum skilst eru eisini bilar fastir á landsvegnum við Lamba, og har eru stórar bilrøðir í løtuni.
