Sambært Veðurstovu Føroya, so hevur tað ligið um frostmarkið í nátt og mest sum skýfrítt nógvastaðni.
Tískil eru tað fleiri bilførarar, sum hava gjørt vart við seg, og ávarað um svarthálku, t.d. millum Fjarða, Skipaneskrossin og har um leiðir. Óivað kann tað verða hált aðrastaðni eisini kring landið.
Tí er at ansa sær í ferðsluni í morgun.
Deil á Facebook