Tíðindaskriv/ Bátafestivalurin á Toftum
Bátafestivalurin á Toftum er, sum altíð, fyrsta vikuskiftið í mai – í ár verður dagurin leygardagin 3. mai.
Hallur er fyrsta navnið, ið verður bookað eftir loknan festival, og sjálvandi eru teir altíð klárir!
Hallur Joensen Band leverar altíð fyri teimum 600+ fólkunum í dansa til teirra tónleik, ið runga í stóra teltinum á havnarlagnum á Toftum. Tað verður, sum altíð, eitt brak av einum dansi!
Tað er ein fragd at vera við á Bátafestivalinum á Toftum fyri Hallur Joensen Band. Hallur & Co spæla sjálvandi aftur á Bátafestivalinum í ár, og tað verður við einum braki av einum dansi. Vit gleða okkum til ein fantastiskan dans, og sum altíð verður tað spennandi at hoyra og síggja Hallur Joensen Band til árliga dansin á Bátafestivalinum á Toftum.
Vælkomin á Bátafestival á Toftum leygardagin 3.mai.