Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2025 14:05

Halla dróg Belgia, Slovenia og Aserbadjan

Halla Morgan Ejdesgaard til lutakastið hjá U17 gentum í Nyon

Fótbóltssamband Føroya

Lutakastið til EM fyri landslið við U17 gentum hevur verið í Nyon í dag. Liðskiparin á føroyska U17 landsliðnum Halla Morgan Ejdesgaard var við til lutakastið.

Í mai mánaði í ár vóru Føroyar vertir fyri EM endaspælinum hjá U17 gentum, tá vunnu føroysku genturnar Respect and FairPlay steypið. Halla M. Ejdesgaard, sum var føroyskur liðskipari til endaspælið í ár, var í Nyon í dag og tók ímóti steypinum.

Føroyski liðskiparin fekk eisini heiðurin at luttaka í lutakastinum. Hon dróg øll londini úr pottinum, bæði til League A og B. Og til bólkin hjá Føroyum dróg Halla Belgia, Slovenia og Aserbaijan. 

Føroyska U17 landsliðið spælir í League B og skal spæla sínar dystir á vári 2026. Tá spæla tær fyri at flyta upp í League A.

Trýst her fyri at síggja lutakastið