Fróðskaparsetur Føroya
Ovurstóra ungdómsfráflytingin úr Føroyum er ein sera stórur smeitur fyri føroyska samfelagið, ikki minst búskaparliga. 40 prosent av hvørjum árgangi fer av landinum – helvtin med alla – og tað nýtist ikki at vera so
Glaðar pisur í miðnámshúgvum er ein tann vakrasta fráboðanin um, at nú valdar summar í Føroyum. At síggja okkara raska ungdóm royna sítt flog við áræði og stórum vónum er kveikjandi og vónríkt, tí hetta er okkara framtíð. Føroya framtíð. Og øll vóna vit, at pisurnar fylgja sínum hjarta og velja sær eina góða og viðkomandi útbúgvingar- og starvsleið.
Hagtølini spæla tó eitt huglag, sum í ov stóran mun er í moll. Tí heili 40 prosent av føroyingum fara á ungum árum av landinum at søkja sær útbúgving, og ikki meira enn helvtin flytur heim aftur. Fyri føroyska samfelagið er fráflytingin ein ómetaliga stórur samfelagsligur og búskaparligur missur.
Tey samfeløg, sum gera íløgur í hægri útbúgving og gransking, klára seg væl. Besta dømi er USA eftir seinna heimskríggj. Tað vóru íløgur í gransking og útbúgving, sum til dømis gjørdu USA til fíggjarliga sterkastu tjóð í heiminum.
Tøl frá OECD vísa, at fyri hvørja krónu, ið eitt land leggur í hægri útbúgving, fæst tríggjar ferðir so nógv aftur í øktum skattainntøkum og sparingum, tí væl útbúgvin fólk eru væl lønt og rinda tí nógvan skatt, tey hava betri heilsu, størri og smidligari arbeiðsvirkni, meira sosialt støðufesti, arbeiða longri og hava størri uppsparing til egna pensjón. Hetta er við til at styrkja haldførið í vælferðarsamfelagnum og vísir, at útbúgving og vitan eru kjarnutættir í eini samfelagsskipan, sum er haldfør.
Tað er eisini ein góð fíggjarlig íløga at bjóða útlendingum ókeypis útbúgving.
Nýggj tøl úr Danmark vísa, at hóast minni enn helvtin av útlendingum, sum koma til Danmarkar at taka útbúgving, framvegis eru í Danmark 10 ár eftir staðið prógv, so er roknistykkið á botnlinjuni sera positivt. Í miðal letur hvør einstakur útlendingur tvær milliónir krónur aftur til danska samfelagið tey umleið 10 árini eftir prógvhandanina – og tá eru útreiðslur til útbúgving, lestrarstuðul, heilsuútreiðslur o.a. drignar frá.
Samanumtikið er tað góður handilsskapur fyri Danmark at bjóða ókeypis útbúgving til føroyingar. Og ein líka so stórur missur fyri Føroyar.
Sostatt eru politiskar avgerðir um at raðfesta íløgur í Fróðskaparsetur Føroya og vitanartungt virksemi ikki bara mentanarliga og samfelagsliga rættar. Íløgurnar eru eisini búskaparliga skynsamar. Hetta er ein skilagóður máti at tryggja haldførið í føroyska vælferðarsamfelagnum í longdini og samstundis skapa grundarlag undir vinnumenning, so vit framvegis hava fíggjarligt rásarúm til stórar íløgur sum t.d. ein Suðuroyartunnil.
Vert er eisini at hava í huga tað stóra íkastið, sum lesandi í Føroyum geva arbeiðsmarknaðinum, meðan tey eru undir útbúgving.
Tøl frá Fróðskaparsetri Føroya vísa, at okkara lesandi í miðal arbeiða 18 tímar hvørja viku, og hetta telur eisini bæði í skatti og tænastum.
Upphæddirnar, sum vit tosa um her, og sum føroyska samfelagið eigur at fáa hendur á, eru stórar og kunnu samanberast við aktuellu átøkini, sum eru í umbúna um at hækka pensjónsaldurin fyri at bøta um svinnandi langtíðarhaldførið í føroyska búskapinum.
Um vit kunnu fáa fleiri pisur til at taka ein størri part av hægri útbúgving í Føroyum, kunnu vit eisini fáa fleiri til at reiðrast í Føroyum.
Men politiskar raðfestingar eru neyðugar.