Tað var bert spurningur um tíð. So hendi tað aftur, sum so nógv hava ávarað ferð eftir ferð um.
Til bygdina í Norðragøtu eru heili tríggjar innkoyringar, har mist tvær av hesum eru lívshættisligar, serliga í myrku tíðini, á einum vegistrekki har hámarksferðin er 80 km. (Meðan onnur koyra nakað væl omanfyri tað til tíðir)
Hesuferð var eitt ferðsluóhapp omanfyri fótbóltsvøllin í Norðragøtu, har tveir bilar rendu saman, eftir at annar bilførarin ikki helt víkiskylduna, tá hann snaraði inn á landsvegin, uttan at ansa eftir, at ein bilur kemur eftir landsvegnum.
Í 2019 hevði táverandi løgtingsmaður, Uni Rasmussen, ein skrivligan fyrispurning til táverandi Landsstýrismannin, Jørgen Niclassen, har hann spurdi um hvat ætlanir vóru um at bøta um hetta vegastrekki omanfyri Norðragøtu.
Upplýst var í svarinum, at Landsverk hevur greinað tær vanlukkur, ið vóru skrásettar av løgregluni í tíðarskeiðinum frá 2014 –2017. Og at í hesum tíðarskeiði vóru heili 11 vanlukkur á hesum teini. (Síðini tá eru mist 3 ferðsluóhapp løgd afturat hesum hagtølum. Tað seiansta í gjár.)
Av hesum (2014-2017) vanlukkum var ein fólkaskaði, fimm stakvanlukkur og tríggjar vanlukkur í sambandi við vegamótið.
Landsverk sigur, sambært svarinum hjá Landstýrismanninum, at vegakrossarnir lúka donsk yvirlitskrøv fyri vegamót. Samanborið við landsveganetið sum heild er vanlukkutættleikin (vanlukkur fyri hvønn km)á fyrrnevnda teini beint yvir miðal.
Møguliga eru fleiri batar gjørdir, men neyvan eru tað teir røttu batarnir, sum Landsverk hevur gjørt.
So hóast Landsverk sigur seg havt bøtt um trygdina, so siga hagtølini nakað annað.