Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.11.2022 10:55

Hægri løn til heilsu- umsorganarstørv (Løgtingsval 2022)

Mynd: Ólavur Larsen

Lesarabræv

Okkara vælferðarsamfelag hevur ment seg ótrúliga nógv síðstu mongu árini. Fyrr var ikki vanligt, at foreldrini fóru á ein stovn við sínum børnum, tí tey skuldu til arbeiðis. Ei heldur var tað vanligt, at foreldrini hjá teimum vóru á einum eldrasambýli, tí tey vóru vorðin gomul ella fingu avbjóðingar við heilsuni. Fyrr tóku vit okkum av okkara egnu og nógv húsarhald kláraðu seg við einari inntøku. Soleiðis er ikki longur og vit fara heldur ikki aftur til tað. Tí mugu vit mugu finna útav at liva við tí – og gevast við at tosa um, hvussu tað var fyrr! 

Hesi týdningarmiklu starvsfólkini, sum menna okkara børn hvønn tann einasta dag, og tey sum taka sær av og hjúkla um okkara foreldur, ommur, abbar, langommur og langabbar, tey mugu hava hóskandi løn fyri sítt megnar arbeiði. Tosa verður um, at fakfeløgini mugu finna útav hesum sjálvi, men tað ber ikki til, tí tey vóru sett til viks fyri meir enn 30 árum síðani, og hava ikki fingið røttu viðurkenningina enn, og fara ikki at fáa hana, fyrr enn tað verður gjørt politiskt.

Vit mangla í dag eina rúgvu av námsfrøðingum, hjálparfólkum, heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Hetta verður nógv verri um nøkur fá ár, um vit ikki lofta hesum avbjóðingunum beint nú. Tí mugu hesi fólkini fáa ta viðurkenning, sum tey hava uppiborið við at geva teimum ta løn, sum tey eru verd.

Tey taka sær av okkara gulli hvønn dag, og mugu hava sømiliga løn fyri sítt megnararbeiði.

Ólavur Larsen

Valevni fyri Javnaðarflokkin