Hæddarpunkt frá fyrra dystinum hjá Víkingi móti Narva Trans í 1. umfari í Youth League yviri í Estlandi hósdagin 18. september, kunnu nú síggjast.
Dysturin endaði 1-0 til vertirnar úr Estlandi, men sum hæddarpunktinin vísa, so hevur Víkingur eisini sínar møguleikar at fáa mál.
Heimadysturin verður leiktur í Føroyum 1. oktober, og verður hann eftir øllum at døma leiktur í Tórshavn.
Les eisini: Taptu tepurt í Estlandi