Sámal Sunnudag
Jürgen Habermas doyði 14, mars í ár, 96 ára gamal. Habermas var ein sera týðandi politiskur filosoffur, ið flestu samfelags- og stjórnmálafrøðingar hava lisið nógv. Hann vaks upp í nazi-týsklandi, og hesar upplivingar fingu hann at menna ástøði, ið kundu forða fyri líknandi politiskum rákum sum hann sjálvur hevði upplivað. Habermas skrivaði síni kendastu verk í stóru framburðstíðini hjá Vesturtýsklandi, og eitt hitt kendasta hugtakið man vera “borgarligt almenni” (Die bürgerliche Öffentlichkeit), ið bæði eg og aðrir føroyingar hava brúkt rættiliga nógv. Eg sjálvur havi mest brúkt hugtakið innan kommunalpolitikk sum kontrast til hugtakið “fólksligt almenni”, ið eg lænti frá Eyðuni Andreassen.
Nú stundar til val, og tá stendur borgarliga almennið í fullum blóma – og tó. Almenningurin er í dag sundurpettaður í smáar krókar á Internetinum, og uppmerksemið hjá fólki verður stýrt av algoritmum og lýsingarpengum. Talan er tí ikki um nakað frítt kjak, har øll samskifta við hvønn annan út frá somu fyritreytum, men um valdstýrt kjak.
Habermas – eitt kritiskt eftirmæli
