Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2023 13:27

Haaland og Noreg bjóða av

Mynd: FSF

FSF hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar møtast í venjingardysti á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.

Seinastu árini hevur A-landsliðið við monnum spælt tilsamans tíggju landsdytir um árið, og nú er tíggjundi dysturin í 2023 komin upp á pláss.

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við NFF, norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar spæla venjingardyst á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.

– Tað er altíð deiligt at fáa nakrar venjingardystir, og hesin dysturin verður góð fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Albania, sum verður á útivølli fýra dagar seinni, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fýra ferðir áður roynt seg ímóti Noregi – í tveimum venjingardystum, og í undankappingini til EM 2020 vóru Føroyar og Noreg í bólki saman.