Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.05.2024 11:39

H.H. Fríðrikur kongur fagnaður við nýggjum felags frímerki fyri kongsríkið Danmark 

FO 1020 – Fríðrikur 10. kongur (Mynd: Posta)

Posta

Eitt nýtt frímerki verður givið út í sambandi við trónuskiftið, sum var í januar. 
Útgávudagurin er 26. mai, sum er føðingardagurin hjá H.H. Fríðriki 10. kongi. 
  

Frímerkið verður givið út samstundis í Danmark og Grønlandi í samstarvi við 

PostNord og Tusass í Grønlandi, og kann tað bíleggjast á heimasíðu okkara longu nú. 

Hetta er aðru ferð at Fríðrikur 10. er avmyndaður á einum føroyskum frímerki 
– fyrstu ferð var, tá hann giftist Mary drotning fyri 20 árum síðan.  

Myndina á frímerkinum hevur Steen Evald tikið, og sett upp hevur Ella Clausen. 
Umframt myndina sæst eisini navnamerki kongsins á frímerkinum. Leiðaraorðini 
hjá kongi eru harumframt prentað á tey trý ørkini á ávikavist føroyskum, 
donskum og grønlendskum.  

Ein snøgg felagsmappa við øllum trimum ørkunum fæst eisini til keyps. 

Virðið á frímerkinum er 50 kr, sum svarar til postgjaldið fyri eitt innskrivað bræv. 
Keyp frímerkini á stamps.fo í dag ella á posthúsum kring landið frá mánadegnum, 27. mai.