Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík tryggjaðu sær í kvøld íslendska meistaraheitið – Íslandsmeistaratitilinn, tá ið teir vunnu 2-0 á FH Hafnafjørður.
Teir eru nú á 51 stigum, 7 stig frammanfyri Valur á 2. plássi og einans 2 dystir eru eftir at spæla.
Gunnar leikti alla dystin í miðverjuni í kvøld frammafyri einum fullsettum Víkingsvöllur.
Hetta er næsta meistaraheitið hjá Gunnari í Íslandi, eftir at hann flutti til Víkingur Reykjavík í apríl 2023.
Teir vunnu gull í 2023 og gull í steypakappingini, meðan í 2024 endaðu teir á einum 2.plássi og taptu steypafinaluna.
Men nú, í 2025 bragdaði so aftur, og er stóri og sterki leirvíkingurin aftur bestur í Íslandi, saman við liðfelaganum sínum.
Komandi uppgáva hjá Gunnari er longu aftur í komandi viku, tá ið føroyska A-landsliðið hevur spennandi uppgávur fyri framman, fyrst móti Montonegro tann 9. og síðani móti Kekkia tann 12. oktober.
Báðir dystirnir verða leiktir á Tórsvølli.
