Í gjárskvøldið leiktu Gunnar Vatnhamar og oddaliðið Víkingur Reykjavík á heimavølli ímóti Fram.
Gunnar Vatnhamar, sum hevur sitið uttanfyri seinastu dystirnar við skaða, var við aftur frá byrjar, tá Víkingur Reykjavík vann ein tryggan 3-1 sigur.
Eftir dystirnar hetta vikuskifti, var “vikuliðið”, sum eru 11 teir bestu hetta umfarið kunngjørt. Og var Gunnar Vatnhamar, eftir dystir í gjár eisini valdur á “vikuliðið”. Hetta er triðju ferð Gunnar er valdur á “vikuliðið” síðani hann skifti til íslendskan fótbólt fyrr í ár.
Víkingur Reykjavík er enn oddalið, við 31 stigum, meðan ávíkavist Valur og Breiðablik liggja á 2. plássið við 26 stigum og 3. plássið við 24 stigum.
Nú er landsliðissteðgur, har føroyskur útisetarnir koma heim til Føroyar at gera seg klárar til dystirnar móti Kekkia og Albania á Tórsvølli.
