Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.01.2026 09:06

Gunnar uppi á Hellu 90 ár

Føðingardagur

Í dag, 6. des. 2026, verður Gunnar Olsen, vanliga nevndur Gunnar uppi á Hellu, á Toftum níti ár. Tað sigst, at eitt av elstu búplássunum á Toftum er uppi á Hellu. Ein søgn er, at bygdin Toftir var avtoftað, tá sóttin svarta herjaði u. 1350. Bygdin skuldi tá nevnast Hellur, men fekk navnið Toftir, tá fólk aftur búsettist har. Ilt er at siga, um nakað hald er í hesum, tí nú vísa málgranskarar á, at bygdarnavnið Toftir væl kann vera eldri enn hetta. Sambært teimum kundi orðið toftir hava fleiri merkingar í fornnorrønum máli. Tað kundi bæði merkja eitt stað, sum var vælegnað til búseting, ella eitt stað, har búseting hevði verið frammanundan, umframt eitt stað, sum var avtoftað t.e. har bara húsatoftirnar (húsaleivdirnar) stóðu eftir. Í okkara nútíðarmáli er bert  seinasta merkingin av orðinum toftir eftir. Er nakað um hetta, so kann bygdarnavnið Toftir vera væl eldri, enn áðurnevnda søgn sigur frá. 

Fólkini uppi á Hellu

Tey fyrstu fólkini, sum vit við vissu vita um uppi á Hellu, vóru hjúnini Magnus Niclasen ( 1718 – 1796) og kona hansara Billa Niclasdatter, og frá teimum kunnu vit fylgja ættarliðunum uppi á Hellu fram til okkara dagar. Seinasta fólkið í hesi ættini, sum búði uppi á Hellu, var Johan Frederik Poulsen ( 1859 – 1912). Johan uppi á Hellu var giftur við Susanne Petersen ( Sannu) ( 1860 – 1958) innan úr Saltnesi. Sanna og Jóhan vóru barnleys, men tey tóku eina umleið tvey ára gamla smágentu, sum var fødd uttan fyri hjúnarlag, til fosturs í seinnu helvt av 1880´unum. Smágentan var Josefine Marie Magnussen ( 1885 – 1926), omma Gunnar uppi á Hellu, og tað var sostatt ættin hjá henni, sum førdi húsið uppi á Hellu víðari fram. 

Josefina giftist við Simon Højgaard úr Rituvík, og tey búsettust uppi á Lækju í 1906. Josefina og Simon fingu 5 børn. Tey 5 systkini uppi á Lækju vóru: Peter ( Piddi)  1907 – 1955, Poul Johan ( Nonni) 1909 – 1934, Niclas ( Nigga) 1911 – 1967, Svend 1914 – 1969 og Nanna 1916 – 2003. 

Næstelsti sonurin, Poul Johan ( Nonni) var trúlovaður við Elsu M. Skaale ( 1910 – 1944), dóttir Marius Skaale. Í 1933 bøtti hann um gomlu húsini uppi á Hellu við teirri ætlan at seta búgv har saman við Elsu. Hetta var tó av ongum, tí Nonni doyði av tuberklum í 1934, bert 25 ára gamal. Tá Nonni var deyður, flutti Elsa saman við systrini Mariu til Danmarkar. Elsa fór at læra til sjúkrasystir, meðan Maria fór at læra at seyma. Báðar doyðu av tuberklum í Danmark ávikavist í 1944 og 1945. Báðar vóru ógiftar. Elsa  gjørdist 33 ár og Maria 28 ár.

Nanna, móðir Gunnars, giftist við Aksel Olsen ( 1913 – 2011), sum var ættaður oman av Regni. Aksel var sonur Elisabeth og Guttorm Olsen (Gutta) uppi á Regni og var næstelstur av 6 systkjum. Tá tey vóru gift, fluttu tey inn í húsini uppi á Hellu, og gjørdist hetta sostatt barnaheimið hjá Gunnari, sum er elstur av 5 systkjum. Hini systkini eru Josefina ( 1938), Poul Johan ( f. 1939, men livdi bert ein knappan mánað), Poul Johan Svenning ( 1940 – 2004) og Edvin ( 1948 – 1954). 

Frá 1948 búðu Poul Johan Svenning og Edvin báðir á Rødbygaard á Lollandi. Rødbygaard var stovnur fyri fólk við skerdum førleikum.

Gunnar hevur tikist við ymiskt gjøgnum lívið

Gunnar fór úr skúlanum sum 14 ára gamal í 1950. Sum so mangur annar unglingi á Toftum, so fór hann til arbeiðis á fiskavirkinum hjá D. P. Højgaard í Oyrunum. Hetta var eitt stórt virki tá, og har arbeiddu nógv fólk. Í 1948 var eitt nýtt turkihús bygt í Oyrunum, sum bæði var effektivari og munandi størri enn gamla turkihúsið. Nýggja turkihúsið var eitt stórt framstig av tí, at nú kundi allur fiskurin turkast inni, og á tann hátt var turkingin ikki bundin at veðri og vindi sum á teimum gomlu fiskastykkjunum. 

Í 1957 var Gunnar eina vertstíð á Akranesi í Íslandi saman við fleiri monnum av Toftum. Teir róðu fyrst út við línu, og tá tann fiskiskapurin var liðugur, var lagt um til garnaveiðu eftir toski. Hesa tíðina vóru føroyingarnir í landi og flaktu fiskin, so hvørt bátarnir komu inn.

Teir uppi á Hellu keyptu tveir mototbátar í 1950´unum, Nýpuna í 1956 og Hóp í 1958, og kom hetta at vera arbeiðsplássið hjá Gunnar nøkur ár frameftir. Motorbátarnir vóru nýttir bæði til fiskarí og til fólka- og farmaflutning. 

Men tað, sum oftast kemur upp, tá Gunnar tosar um tíðina við motorbátunum, eru tey árini Nýpan flutti arbeiðsmenn av Skálafjørðinum inn í Kaldbaksbotn í smb. við, at Natostøðin í Mjørkadali var bygd fyrst í 1960´unum. Her var talan um einar 30 – 40 arbeiðsmenn av eystara armi á Skálafjørðinum, líka úr Søldarfirði og út á Nes, sum skuldu førast inn í Kaldbaksbotn hvønn morgun og heimaftur um kvøldið. Arbeiðsmenninir vóru heintaðir við bussi tíðliga hvønn morgun og koyrdir til Nýpuna, sum plagdi at liggja við bryggjuna innanfyri Lynfrost. Síðani var farið til Kaldbaksbotn, har ein bryggja var gjørd umframt ein rennistrongur at flyta góðs og menn niðan í Mjørkadal. Umframt at føra arbeiðsmenn av Skálafjørðinum inn í Kaldbaksbotn, so var nógvur flutningur av tilfari millum Havnina og Kaldbaksbotn av tí, at tá var ongin vegur millum Havnina og Kalbak. Hetta arbeiðið stóð uppá í eini 2 – 3 ár, sigur Gunnar.

Í 1965 var Gunnar ein túr í Grønlandi við Jógvan Norði. Eisini hesin túrurin hevur mangan verið havdur á lofti. Ì einum viðtali, sum eg hevði við Gunnar fyri stuttum, segði hann fyri mær, at hetta var sama árið, hann og Tórhild sála komu saman og leggur so flennandi aftrat: ”Eg kann ikki reypa mær av at hava verið nógv til skips, men eg havi so upplivað at fingið ein heilsu frá gentuni í kvøðuljómunum, sum vóru hvønn sunnudag tá í tíðini. Eg minnist týðiliga, at lagið, sum hon hevði valt, var ein norskur slagari, sum var frammi tá  – En dør står åben, åben for min ven. Vit vóru fleiri, sum vóru nýforlovaðir, so har vóru fleiri kvøðuljómaheilsur til manningina á Jógvan Norði tann túrin.”

 Fyrst í 1970´unum keypti Gunnar sær lastbil og fór at koyra grót og annað tilfar í smb. við vegagerð, tá landsvegurin millum Toftir og Runavík var gjørdur av nýggjum umframt vegastykki á Glyvrum, á Lambareiði, í Søldarfirði, í Gøtudali og á Kambsdali.

Tá hetta arbeiðið var liðugt, var Gunnar pedellur í Tofta skúla í nøkur ár og síðan umsjónarmaður á ruskplássinum á Fossdalsbakka eina tíð, áðrenn hann í seinni helvt av 1980´unum fekk starv á Strandfaraskipum Landsins. Gunnar fór av arbeiðsmarknaðinum sum 67 ára gamal í 2003.

Flutti í egin hús í 1969

Gunnar og Tórhild, sum doyði í okt. 2024, giftust inn uppi á Hellu, har tey búðu fyrstu árini. Tey fluttu í nýggj hús í 1969. Tórhild, sum var ættað av Skála, var hárfríðkanarkvinna og hevði frisørsalong í kjallaranum. Tey fingu børnini  Nannu (1966), Katrin ( 1968), Lív (1973), Torgunn ( 1977), Aksel ( 1978) og Svenbjørn (1981). 

Fyri skjótt nógvum árum síðani fóru Gunnar og Tórhild hvør til sítt, og Tórhild flutti til Havnar at búgva. Gunnar og Tórhild eiga 15 abba – og ommubørn og 19 langabba – og langommubørn.

Gunnar veit frá mongun at siga.

Tá tú sært Gunnar í dag, so sæst á øllum brøgdum, at aldur er dottin á mannin, tað fær ikki verið øðrvísi. Gongulagið er vorðið heldur skinklut, men til vit og skil bilar onki. Hann koyrir framvegis bil, og tað hevur hann gjørt, síðan hann fekk fyrsta bilin, ein Austin 95, í 1958. Gunnar hevur verið fastur fúsur í Undirhúsinum, síðan hetta byrjaði í 2012. Í dag er Gunnar elsti maður, sum kemur regluliga í Undirhúsið. Serliga væl dámar honum sangløtuna hvønn mikudag.

Hann er prátingarsamur maður og hevur eitt óvanliga gott minni umframt eitt natúrligt forvitni, sum, umframt at halda heilakyknurnar virknar, eisini ger, at hann framvegis, hóast høga aldurin, megnar at fylgja væl við í øllum, sum fer fram í bygdini. 

Menninir í Undirhúsinum á Toftum ynskja Gunnari hjartaliga til lukku við føðingardegnum og bestu eydnu frameftir.

Janus