Gunnar Vatnhamar og liðfelagirnir í Víkingur Reykjavík vunnu í kvøld á Víkingsvöllur í Íslandi ein stórsigur, 5-0, á Santa Coloma í fyrra play-off dystinum um at koma í deildarspælið í Conference League.
Gunnar skeyt triðja málið í 66 minutti. Sigurin ger, at Gunnar og teir nú mest heilt vist hava leikt seg víðari í bólkaspælið, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Return dysturin verður leiktur um eina viku niðri í Andorra.
Deil á Facebook