Mynd: Víkingur Reykjavík
Í kvøld vóru teir seinastu dystirnir í fyrsta umfarið í Mjólkurbikarinn, íslendsku steypakappingini, leiktir.
Gunnar Vatnhamar og steypavinnarnir Víkingur Reykjavík møttu á heimavølli Magni, sum leikar í ein av lægru deildunum. Gunnar var, fyri fyrstu ferð hjá nýggja felag sínum, millum teir fyrstu ellivu, tá heimaliðið vann ein trivaligan 6-2 sigur. Gunnar leikti allar 90 minuttirnar í miðverjuni.
Næsti dystur hjá Víkingur Reykjavík er í landskappingin mánadagin, tá teir møta KR á heimavølli.
