Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.08.2023 23:07

Gunnar og Víkingur Reykjavík í steypafinaluni

Mynd: Savnsmynd (Fótbólti.net)

Í kvøld gjørdist greitt, at tað seinni liðið sum verður at síggja í íslendsku steypafinaluni verður Víkingur Reykjavík, har Gunnar Vatnhamar til dagliga leikar.

Gunnar Vatnhamar byrjaði sum høgri miðverji í kvøld, tá ið Víkingur Reykjavík, á heimavølli, vann sannførandi 4-1 í hálvfinaluni móti KR.

Hitt felagið í finaluni er “føroyingarliðið” KA Akureyri, við Jóan Símun Edmundssyni og Pætur Petersen í hópinum. Tað gjørdist longu greitt tann 4. juli, tá ið teir vunnu á Breiðablik í hinari hálvfinaluni.

Sostatt verður tað ein íslendsk steypafinala, har væntast kann, at vit koma at síggja fleiri føroyingum á vøllinum.

Steypafinalan millum Víkingur Reykjavík og KA Akureyri verður leikt á Laugardalsvølli í Reykjavík tann 16. september.