Víkingur Reykjavík og Gunnar Vatnhamar vunnu í dag 2-0 á Borac Banja Luka í Conference League á “heimavølli” í Íslandi. Á heimavøllinum hjá Breiðablik.
Hetta var triðji dystur í deildarspælinum hjá Víkingur Reykjavík, og samstundis næsti sigurin hjá teimum. Við 6 stigum, eru Gunnar og liðfelagarnir, nú á einum flottum 10. plássi í Conference League.
Gunnar leikti allar 90 minuttirnar sum miðverji.
Tann 28. november skal Víkingur Reykjavík aftur í eldin, tá ið teir, á útivølli í Armenia, møta FC Noah.
Deil á Facebook