Føroyingurin í íslendska felaganum Víkingur Reykjavík, leirvíkingurin Gunnar Vatnhamar, kann í dag gerast íslendskur meistari, um alt gongur eftir vild.
Víkingur Reykjavík møtir Fram á útivølli í dag, meðan nærmastu kappingarneytarnir Valur, taka á heimavølli móti HK.
Báðir dystirnir byrja kl. 15.00 føroyska tíð.
Vinnur Víkingur Reykjavík sín dyst, meðan Valur ikki fær fulla úrtøku móti HK, so eru Víkingur Reykjavík íslendskir meistarar.
Um hetta ikki hendir í dag, so er tað alt sum talar fyri, at tað bert er spurningur um tíð, áðrenn Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir kunnu kallað seg íslandsmeistarar 2023.