Róðrarsamband Føroya
Vit skulu minnast til at fjálga um okkara sjálvbodnu og heiðra teimum, ið hava heiður uppibornan. Mong eru tey sjálvbodnu runt um í ítróttarfeløgunum. Hvørja viku leggja fleiri teirra nógvar tímar og orku í felagsskapin. Summi hava í áratíggir verið við til at hildið felagnum uppi, fjálgað um ungdómin og verið ein gjøgnumgangandi stuðul ítróttinum at frama.
Flaggdagin, 25. apríl, var hátíðarhald í neystinum hjá kappróðrarfelagnum NSÍ, á Glyvrum. Nógv fólk vóru komin saman, tí nýggji Sølmundur skuldi flotast, Eiler Lamhauge fráfarandi formaðurin fekk eina gávu frá felagnum og Hans Petur Hansen fekk læti Gullnál ÍSF’s sum viðurkenning fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama. Heitt var á formannin í Róðrarsambandi Føroya, Petur Hansen at lesa innstillingina og ÍSF forsetin Elin H. Joensen handaði Gullnál ÍSF’s til Hans Petur Hansen.
Innstillingin frá kappróðrarfelagnum NSÍ, sum var send til ÍSF kann lesast niðanfyri.
“Hann byrjaði við at vera virkin partur av kappróðrardeildini hjá NSÍ í 1986, tá ein av synunum byrjaði at rógva. Hann gjørdist soleiðis ein av undangongufólkunum til at gera kappróðrardeildina til eitt sjálvstøðugt felag, sum í dag er Kappróðrarfelagið NSÍ. Tað vil siga, at hann í samfull 38 ár hevur verið sera virkin partur av kappróðrinum hjá NSÍ. Eitt skifti var hann formaður felagsins, og eftir tað tók ein av synum hansara yvir formanssessin.
Umframt hetta og tað, at hann var við til at byggja neystið á sinnið, hevur hann verið ein av hollu stuðlum felagsins, og var við til hvørja einastu stevnu, um hann var heima frá skipi.
Óteljandi tímar bæði summar og vetur hevur hann nýtt til at seta alt í stand, sum trongdi til – sum til dømis at skifta tollar, borðskeytar, árar, pussa og mála bátarnar o.a. Tá so stevnurnar vóru, var hann fastur fúsur til at koyra kappróðrarbátarnar til og frá kappróðrarøkjunum kring alt landið. Í millum stevnurnar hjálpti hann eisini til við venjingini, og var hvørt einasta kvøld í neystinum og stimaði við á fjørðinum við øllum manningum, ið ynsktu tað. Hann visti skil á, hvussu nógvar snúningar (RPM) motorurin skuldi hava til tær ymsu bátastøddirnar, fyri at hann við vissu kundi siga, at tey kundu tryggja sær heiðursmerki til næstu stevnu, og mangur myndamaður hevur notið væl av hesum túrum og fingið manga vakra kappróðrarmynd í hús.
Eitt er, hvat hann sjálvur hevur gjørt fyri Kappróðrarfelagið NSÍ, men felagið hevur so sanniliga eisini givið honum nógv, tó tað ikki er roknað í krónum og oyrum. Hann hevur trivist serstakliga væl í neystinum og millum tey ungu, ið koma saman har til venjing og eisini til hugna. Maðurin er nú vorðin 80 ár, men hevur enn eitt ungt sinni, og tað – at vera saman við ungum fólki, ið brenna fyri somu søk, eins og hann sjálvur, hevur verið við til at hildið hann ungan í sinninum. Hann er somuleiðis vorðin so góður við allar rógvararnar, at hann hevur mett tey sum síni egnu – og hevur hann verið líka stoltur av teirra úrslitum, og hann hevði verið, um tey vóru hansara egnu børn og abbabørn.
Seinastu árini hevur hann ikki verið við til allar stevnurnar runt í landinum, tí knø og lendar ikki eins væl hava viljað borðið hann, hagar hann sjálvur vildi, men tá hevur hann sitið allan seinrapartin leygardag frammanfyri sjónvarpsskíggjanum og fylgt við í róðrunum. Kappróðrarhjartað í honum er GULT, og tá tað so hevur leikað eyka hart á í onkrum róðri hjá teimum gulu, hevur staðið so nógv á honum, at hann viðhvørt hevur verið noyddur at rýmt frá skýggjanum eina løtu, fyri ikki at fara úr sínum góða skinni av berum spenningi.
Hendan eldhuga fyri kappróðri er hann ikki einsamallur í familjuni at hava, tí bæði synir, abbasynir og -døtur hava verið partur av kappróðri í mong ár – bæði sum rógvarar og nevndarfólk í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Ja, so væl hevur hilnast við hesum, at okkurt árið hevur hann átt so mikið av fólki í gulu bátunum, at hann kundi mannað eitt heilt 10-mannafar við sínum egna holdið og blóði. Eisini í Róðrarsambandi Føroya hevur hann átt fólk – ein sonur hansara er fyrrverandi formaður og ein abbasonur hansara er í løtuni sitandi formaður. Í báðum førum hevur hann verið teirra størsti stuðul og víst alstóran áhuga fyri tí arbeiði, ið teir og RSF hava gjørt – bæði í Føroyum og uttanlands.
Hann er ein eldsál við einum kappróðrarhjarta, hvørs hjartasláttur er eins og áralagið, ið fær tollarnar at knaka í takt – stundum rør hann seigan og stundum eins týtt og í endaspurtinum í einum spennandi 10-mannafarsróðri.”