Sunnudagin, í morgin, 3. august kl. 16.00, verður serstaka konsertin og guðstænastan í gjónni við Gjógv.
Eftir at hava verið hildin nakrar fáar ferðir, er hetta longu vorðin ein árlig siðvenja, sum savnar væl av fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvi til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.
Derhard Jógvanson verður prestur, og um viðrar, verður leita aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna sum eitt minni yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroyum í gomlum døgum.
Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí. Ofta í ivaveðri.
Tónleikur verður ikki spardur uppá – har Eiðis Ljómfelag leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze. Urguleikari verður Ari Hammer Joensen. Tórshavnar Mannskór, fer at syngja undir leiðslu av Sámal Matras Kristiansen. Eisini fer Tóra Vestegaard at ríka løtuna við solosangi, saman við gittarleikaranum Ragnar Olsen.