Sunda kommuna
95 ára gamla Gudrun Joensen úr Hósvík fekk ársins herðaklapp 2025.
Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir verða settir.
Í ár hevði trivnaðarnevndin avgjørt, at Gudron Joensen í Hósvík, skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2025”. Grundgevingin fyri at geva Gudrun Joensen heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:
Gudrun Joensen hevur verið ein sjónlig, fitt, blíð og fevnandi bygdamynd í nógv ár. Gudrun hevur hjálpt til tá ið tiltøk hava verið í bygdini. Serliga ungdóminum at frama. Gudrun hevur mest sum øll árini síðan Regatta byrjaði, staðið fyri morgunmatinum til allar Regattagestirnar, og hóast sín høga aldur luttekur hon í øllum tiltøkum, sum eru í bygdini. Bæði sum gestur og sjálvboðið hjálparfólk. Tá Gjáarfelagið Blóman hevur arbeiðsdag, ella Hósvíkar Róðrarfelag hevur verkadag, kemur hon við einum stórum stakki av vælsmakkandi, heimabakaðum pannukøkum. Hon luttekur í tiltøkum, sum bátafelagið Grynnan skipar fyri, og fyri veitslum, sum eru í bygdarhúsinum. Tey ið búgva og búleikast í Hósvík eru errin og glað at tú valdi júst Hósvík sum tín lívs bústað.
Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 kr. og ein gáva úr føroyskum gróti.