Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.01.2026 14:03

Grundstykkir í Nes kommunu til sølu mánadagin 12. januar

Nes kommuna

Mánadagin 12. januar kl. 13.00 verða tøk grundstykkir til sølu umvegis grundstykkjaskipanina á heimasíðuni hjá Nes kommunu. 

Til sølu eru 3 nýggj grundstykkir við nýggja partin av Høganesvegnum. Talan er um 1 grundstykki, sum eru ætlað til eittplanshús og 2 stykkir til hús í tveimum hæddum.

Sí kort. 

  • Stykki 2 er uml. 502 m2, og ætlað til hús í tveimum hæddum.
  • Stykki 6 er uml. 497 m2 og er ætlað til hús í tveimum hæddum.
  • Stykki 7 er uml. 507 m2 og er ætlað til eittplanshús.. 

Nýggju grundstykkini verða liðugt grovplaneraði, tó uttan rottanga og kosta kr. 760/m2. Stykkini verða endaliga matrikuleraði út á várið 2026, og tí má keypari tola møguligar smærri tillagingar í fermetrum og prísi. 

Umframt tey 3 grundstykkini við nýggja partin av Høganesvegnum, so er eitt grundstykki við Ólavsveg, Ólavsvegur 3, matr. 665l, til sølu. Hetta stykkið er 667m², óplanerað og kostar kr. 275/m². 

Spjaldur