Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2022 22:10

Grundøkir á Strondum til sølu til íbúðarbygging (Dávagerði & Hálsatjørn)

Tvey grundøki á Strondum til sølu til íbúðarbygging

Vegna Sjóvar kommunu verða matr. nr. 79bs og matr. nr. 79bt, Strendur, ávikavist 2.755 m2 og 2.734 m2,boðin til sølu til íbúðarbygging.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Bjóðast kann uppá ognirnar hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 250,- fyri fermeturin.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, galdandi. Hetta merkir m.a., at Sjóvar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Kommunan setir sum treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í grannalag og landslag

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar og kunnu tey, sum vísa útboðnum áhuga, við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum, fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er týsdagin 7. februar 2023 kl. 12:00.

Fýra grundøki á Strondum til sølu til íbúðarbygging

Vegna Sjóvar kommunu verða tveir partar av matr. nr. 366a, Strendur, sum eru uml. 650 og 1.130 m2, og tveir partar av matr. nr. 366a og 613a, Strendur, sum eru uml. 870 og 2.350 m2,bodnir til sølu til íbúðarbygging.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Bjóðast kann uppá ognirnar hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 250,- fyri fermeturin.

Fyri útboðið er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Sjóvar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Kommunan setir sum treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í grannalag og landslag.