Sunda kommuna
Sunda kommuna hevur arbeitt við at lagt fleiri bygningar um til jarðhita.
Millum annað hava kommunuskrivstovuna, barnagarðurin við Kráir, barnagarðurin við Stórheygg og aðrir smærri bygningar fingið grøna orku hitaskipan.
Ætlanin er at halda fram við at leggja aðrar bygningar hjá Sunda kommunu um til grøna orku. Í byrjan komandi ár, fer vinnu- og umhvørvisnevndin, at raðfesta hvørjir bygningar skulu leggjast um til grøna orku.
Løðistøðir:
Kommunan hevur eisini arbeitt við, at fáa løðistøðir upp. Í 2023 eru tvær støðir komnar upp, ein í Hósvík og ein uttanfyri læknamiðstøðina við Norðskála.
Tað er samtykt, at seta tvær løðistøðir upp afturat í 2024.