Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.05.2026 19:31

Grindamannafelagið vil hava Vørn upp í leikin

Savnsmynd. Eyp.fo

Grindamannafelagið

Fyri nøkrum vikum síðan bleiv útgerð, at styggja hval funnin á havbotninum sunnanfyri Hvannasund.

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí er málið latið løgregluni.

Havandi í huga tey mongu mótmælini, sum hava verði í móti føroysku grindaveiðuni seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa, at tað eru aktivistar umboðandi útlendskar djóraverndarfelagsskapir, ið hava lagt hesa útgerð út.

Hvannasund er ein av fleiri hvalvágum í Føroyum, og vit vænta at sama slag av útgerð er løgd út í øðrum firðum í Føroyum. Tí vilja vit heita á Vørn, um at seta í verk eina kanning av, um hendan útgerð liggur á botni aðrastaðnis í Føroyum. Serliga verður hugsa um økir, uttan fyri okkara hvalvágir.