Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.07.2025 09:29

Graslíkisvøllurin á Svangaskarði handaður Nes kommunu

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Í gjár, 6. juli 2025, handaði Birgir Andreasen frá IDE Møblasøluni skjalið uppá nýggja graslíkisvøllin á Svangaskarði til Nes kommunu.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði síðan nýtslurættin til Tofta Ítróttarfelag.

Jóhannus Danielsen, formaður, fekk so Aleksandur Ó. Jensen, liðskipara hjá B68, at taka fyrsta skotið, nú formliga yvirtøkan av vøllinum var gjørd.

Nes kommunu takkar øllum, sum hava verið við til at fremja hetta framstig fyri ítróttin á Svangaskarði.

Les eisini: Myndir: Nýtt graslíki lagt á Svangaskarð