Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur luttikið á námsvísindaligum granskingardegi hjá Setrinum. Dagurin varð skipaður undir evninum “Gransking í skúlaskapi og námsfrøði” og savnaði granskarar, fakfólk og onnur áhugað úr øllum landinum. Nógvar áhugaverdar framløgur vóru við m.ø. Kalpanu Vijayavarathan, Helga Winther Olsen, Sonju Olsen, Fridu Poulsen og Hans Harryson.
Landsstýrismaðurin fegnaðist um tær mongu áhugaverdu framløgurnar, sum vístu, hvussu stóran týdning tað hevur, at granskað verður á hesum øki. Tað hevur týdning, at vit støðugt byggja vitan á eitt fakligt grundarlag, sum er ein treyt fyri at menna námsfrøðiliga arbeiðið í Føroyum.

Dagurin endaði við pallborðsfundi, har evnið var: “Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving?” Við pallborðið sótu politisk umboð umframt umboð fyri fakfeløg og stovnar, har landsstýrismaðurin eisini luttók.
Landsstýrismaðurin vísti m.a. á, at tað er ein samansett avbjóðing at fáa fleiri útbúnar námsfrøðingar, og at hetta krevur felags átøk. Tað er týdningarmikið, at allir partar – frá útbúgvingarstovnum til myndugleikar og arbeiðsmarknaðin – arbeiða saman um at loysa hesa stóru avbjóðing.