Runavíkar kommuna
Røða, sum Elin Klein Joensen, býráðslimur, flutti fram undir grækarimessuhaldinum í Skótahúsinum við Løkin.
Góðu áhoyrarar, góðu várgestir!
Stóra takk fyri, at eg eri boðin at halda hesa røðu og fagna várinum saman við tykkum.
Sum øll vita, so er tað í dag at vit hátíðarhalda heimkomuna hjá okkara tjóðfugli Tjaldrinum og samstundis eisini at várið og ljósari tíðir eru í væntu.
Ein kann undrast á, hví føroyingar hava valt sær ein tjóðfugl, sum rýmir á hvørjum ári. Ein, sum fer suður í heitari lond, meðan veturin leikar uppá tað harðasta her heima. Er tað hetta vit identifisera okkum við? Er tað hugsandi, at vit innast inni ynskja okkum at vera sum Tjaldrið og rýma einaferð í heyst – so skjótt sum flettingin er liðug – og ikki koma aftur, fyrr enn vetrarstormarnir og tann ringasta hálkan eru av? Eg vænti, at nógv av okkum hava hugsað tankan.
Tað serliga við Tjaldrinum, er tó, at tað altíð kemur heim til Føroyar. Trúfast, ár eftir ári. Tað er so grundfest, at tað stendur í hvørjum kalendara og er eisini ein av stóru grundunum til at vit halda hendan dagin, fyri ynskja Tjaldrinum vælkomnum. Soleiðis er støðan tíverri ikki við føroyingum. Í seinastu viku kom hagstovan við eini frágreiðing, um búfesti, sum lýsir hvussu nógv í hvørjum ættarliði framvegis búgva í Føroyum. Frágreiðingin vísir at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr uttanlanda. Í tjúgu ára aldri flyta 40 prosent í hvørjum ættarliði úr Føroyum og bara helvtin flytur heimaftur, tá tey gerast eldri. Hetta talið hevði helst sæð penari út, um vit vóru meira sum Tjaldrið og komu heim aftur til Føroyar.
Tað er nú at Tjøldrini setast móð. Fyrr plagdu vit at kappast um hvussu nógv Tjøldur vit høvdu sæð. Serliga tá mann koyrdi tann langa vegin til Havnar, var góður møguleiki fyri at síggja tey fyrstu. Mann sat og hugdi út og tað kendist sum ein sigur, tá mann var so heppin at síggja eitt Tjaldur ella fleiri. Hetta var í eini tíð tá einasta undirhaldið á biltúrinum, var út ígjøgnum vindeyga, langt áðrenn skermurin gjørdi sína innrás á baksetrinum.
Tíverri, vænti eg ikki, at tað bara er á mínum baksetri, at hugt verður í skermar, heldur enn út gjøgnum vindeyga, eftir okkara grønu vøkru oyggjum. Hví skal mann eisini royna at fáa eyga á ein fugl, tá mann bara kann hyggja á Snapchat eftir myndum hjá øðrum, sum sóu Tjaldrið áðrenn tú. Vit eldru eru akkurát líka ring, og síggja fyrstu tjøldrini á Fuglar í Føroyum, á Facebook. Men tað er ikki tað sama, sum at síggja ting við sínum egnu eygum. At vera eygnavitni til eina hending, er so nógv størri og hevur nakrar nógv sterkari kenslur við sær. Tað vænti eg at tey sum vóru stødd á stadion í Berlin og hugdu eftir Føroyum, til EM í januar, kunnu skriva undir uppá. Eg hevði í øllum førum heldur vilja verið har og verið eygnavitni til dystirnar, heldur enn at síggja teir á einum skíggja heimanífrá.
Tað er tó ikki altíð at sjónin er tann fyrsti sansurin, sum møtir Tjaldrinum. Oftani er tað hoyrnin, ella oyruni, sum hoyra tey fyrstu klippini. Og aðrir sansir og minnir vakna. At hoyra eitt Tjaldur, er kanska tað størsta vártekini, og tað minnir okkum við eitt um, at ljósari tíðir eru í væntu, veturin er farin at halla og enn einaferð fer náttúran at spretta og gera tað, sum hon er best til, at birta lív í alt. Fuglalátdurin hjá Tjaldrinum – klippini – eru tí nakað av tí vakrasta, vit hoyra hesa ársins tíð. Men, er tað tí at sjálvt ljóðið er so vakurt? Vit kunnu skjótt verða samd um, at tað eru nógvir fuglar, sum ljóða munandi meira vakurt og yndisligt, enn Tjaldrið við sínum kontanta klippi. Tað er meira tað sum klippið umboðar og tær assosiatiónir, sum vit gera okkum, sum ger at júst hetta ljóðið er eitt tað vakrasta vit kunnu hoyra.
Hetta, at samanbera eitt ávíst – kanska minni vakurt – ljóð, við nakað positivt, kunnu vit eisini seta inn í onnur samfelagslig høpi. Taka vit td ljóðið frá havnalagnum, tá virksemi á keiini er uppá tað hægsta og skip leggja at, starta upp, tá av- og umskipað verður ella tá tað verður landað, so er tað ikki bókstaviliga vakrir tónar í okkara oyrum, tvørturímóti. Men tað, sum hetta ljóðið symboliserar – tað aftanfyriliggjandi – virksemið, inntøkurnar, breyð á borðið og ein blómandi vinna; tað er tað, sum ger, at hesir tónar ljóða vakrari, enn teir í roynd og veru eru. Eitt lyfti um lív og ljósari tíðir í væntu.
Vinnan hevur tó stórar avbjóðingar fyri framman. Skulu fyritøkur vera kappingarførar á altjóða marknaðinum, má nógv orka leggjast í, at vísa á sína burðardygd. Krøvini til sokallaðu ESG frágreiðingina, gerast støðugt strangari. Her skal vinnan kunna vísa á hvussu tey taka ábyrgd, umhvørvisliga, sosialt og búskaparliga. Mann skal vera umhvørvisvinarligur, taka ábyrgd fyri sínum samfelag og fylgja teimum 17 heimsmálunum hjá ST. Tey flestu royna at fylgja við og hetta evnið fyllir støðugt meir í framløgum, heimasíðum og ikki minst ársfrágreiðingum. Summi halda kanska at hetta er nakað fjas og signalpolitikkur uppá sítt besta, men tað slepst ikki undan, at krøvini um burðardygd bara vinda uppá seg og at mann má taka hetta í størsta álvara.
Fara vit aftur til Tjaldrið, so verður mett at 5000 pør vitja í Føroyum á hvørjum ári. Hetta er tó ein leys meting, tí sera fáar kanningar verða gjørdar um stovnin. Føroyskir fuglafrøðingar eru tó samd um, at tað stendur illa til við stovninum og tað er greiðar ábendingar um, at hann er minkandi. Tað eru tað ymiskar orsøkir til. Ein er rovfuglur og rotta, ein onnur er, at tað doyggja nógv Tjøldur av at fáa haft um beinið.
Ein meira álvarslig orsøk til at nógv Tjøldur doyggja, er flatmaðkurin. Hesin maðkur, sum er innfluttur fyri fáum árum síðani – saman við útlendskum plantum og vøkstri – hevur týnt nógv av reyðmaðkinum; hann er beinleiðis orsøk til, at okkara tjóðfuglur er minkandi í tali. Flatmaðkurin hoyrir slett ikki heima í okkara vistfrøði, og óvitandi Tjaldrið gevur ungum sínum hetta at eta.
Ein onnur álvarslig grund til fækkandi Tjøldrini, hava vit eisini skyldina í. Tá Tjøldrini koma langvegis frá, dáma teimum væl at vera í lálendi og sita í fjørðuni og hvíla seg. Her eru nakrar serligar vistskipanir, sum teimum dámar væl og sum tey hava tørv á. Men tað sum vit – menniskju, vinnan og kommunan – hava gjørt, er at byggja á hesum støðum, vit velta tey, og brúka tey og gera havnaløg. Og tá hava vit tikið, eitt av mest umráðandi lendinum, frá okkara kæra tjóðfugli.
Sjálvandi má vinnan kunna virka og vit menniskju mugu kunna liva her, men hevði tað ikki sømt seg, um vit vístu meira virðing fyri náttúruni? Eri vís í at vinnan kann gera meira, fyri at liva upp til síni lyfti. Er tað ikki tíð uppá, at vit hugsa okkum um, áðrenn vit keypa innfluttar plantur og áðrenn vit taka burtur enn eina fjøru? Hetta kann tykjast sum einkisigandi smálutir, men hetta hevur longu ógvusligar avleiðingar. Fyri okkara vistfrøði og fyri Tjaldrið. Halda vit fram á henda hátt, so er tað væl møguligt, at vit verða noydd at skifta tjóðfugl, um ikki so nógv ár. Og tað haldi eg hóast alt ikki, at nakar ynskir.
Alt botnar í virðing, men alt er eisini so sera komplekst. Bæði vistfrøðin, vit menniskju og tað búskaparliga. Men, á ein og hvønn hátt, mugu vit øll kunna vera her, helst í javnvág við hvønn annan. Og tað, gera vit best við at royna at skilja hvønn annan og virða hvønn annan.
So farið út. Kaga upp í himmalin. Far ein biltúr, tendrað Grækaris Grashøvd og tel Tjøldur.
Áðrenn vit vita av, hava vit longu vant okkum við Tjøldrini og várið. Tað er blivið gerandisdagur og vit sakna tað ikki, fyrr enn tað aftur er vekk og veturin er í nánd. Mín vón er at Tjaldrið altíð vendir heimaftur.
Onki er perfekt og onki í samfelagnum – ella í lívinum – er bara svart og hvítt. Uttan Tjaldrið. Og sjálvt tað, er eisini eitt sindur reytt!
Góða Grækarismessu!