Mynd: Vardin.fo
Gøtunes verður á Tvøroyri í kvøld umleið kl.18. Teir hava fiskað gott 150 tons av sild, sum verður landað til Varðin Pelagic.
Sum skilst, so er sildin ikki enn komin út av grunninum í Íslandi, so teir hava bert gjørt tað eina háli, og síðani hevur annars bara leiting á skránni.
Myndinar niðanfyri eru tiknar umborð av Gøtunes tað eina kvøldið á túrinum.



