26 ára gamli verjuleikarin, Hjalti Strømsten og B68 hava gjørt ein nýggjan 1-ára sáttmála.
Sostatt verður hann aftur at síggja á Svangaskarði í 2024.
Hjalti sum er uppvaksin í Víkingi, men flutti til B68 í 2019 og fer nú undir sítt fimta árið í Toftum.
Hann hevur sambært Faroesoccer leikt 85 dystir í Betri Deildini og skotið trý mál. Síðsta kappingarár leikti hann 20 dystir í bestu deildini.
Deil á Facebook