Átaksleiðarin í Eysturkommunu, Gunnari Olsen upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at vegurin frá Skipaneskrossinum og til innkoyringina til Syðrugøtu er aftur stongdur.
Tískil verða fólk biðin um ikki at fara hesa leiðina, sum støðan er í løtuni.
Tað standa fýra trailarir fastir og bilrøðir eru heilt til Skipanes og heilt inn til rundkoyringina í Norðragøtu verður upplýst fyri Eysturoyarportalinum.
Dagført: kl. 16.22
Nú er vegurin opin og ferðslan koyrir aftur.