Seinasti av Gøtubátunum, Tróndur í Gøtu, kom í gjár á Fuglafjørð við gott 1.500 tons av svartkjafti, har ein partur skal landast til Havsbrún, meðan ein partur skal til Høvdavirkið í Leirvík.
Nú hava øll uppsjóvarskipini hjá Varðanum; Tróndur í Gøtu, Gøtunes og Finnur Fríði fiskað svartkjaftakvotuna.
Tróndur í Gøtu liggur sum sagt á Fuglafirði. Gøtunes liggur á Runavík meðan Finnur Fríði er í føroyskum sjógvi og leitar eftir sild.