Gongutúrur niðan á Gráfelli við ferðaleiðara hóskvøldið 22. juni klokkan 20.00.
Vegna veður er túrurin fluttur til 22. juni, tá ið veðrið verður munandi betur, við sól og ongum regni.
Gráfelli er næsthægsta fjalli í Føroyum, 856m og liggur við síðuna av Slættaratindi.
Hetta er ein góður túrur, ið tekur umleið 5 tímar.
Farið verður frá Fitjunum og niðan, t.v.s. har, sum kikarin stendur, og útsýnið er til Risan og Kellingina. Hetta ger túrin eitt sindur longur, men lættari at ganga. Túrurin er miðal til tungur, men heilt vist útsýnið verdur.
Túrurin kostar kr. 200 pr. pers., ið fer til hagastýrið og til lokalan ferðaleiðara. Børn undir 12 ár gjalda hálvan prís 100 kr. pr. pers.
Tað ber til at keypa atgongumerki til túrin her (bussur ikki íroknaður): https://www.atgongumerki.fo/…/gonguturur-nidan-a…
Møguleiki er fyri at taka buss frá Saltangará og heim aftur eftir túrin. Kostnaðurin fyri bussin er 100 kr. pr. pers. Bussurin fer frá Gulusmiðju á Heiðavegi 46 kl. 19:15. Tað er eisini møguligt at koma uppí bussin á Skipaneskrossinum og í Skálabotni.
Keyp atgongumerki til bussin her: https://www.atgongumerki.fo/…/bussur-til-gongutur-nidan…
Seinasta freist at melda til er mikudagin 22. juni kl. 16:00.