Tað sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, við Eysturoyarportalin.
Havsbrún er í dag eitt nútímans og altjóða viðurkent virki, ið framleiðir fiskamjøl, lýsi og alifóður í heimsflokki. Tað mesta av mjøl og lýsi framleiðsluni verður nýtt til egna framleiðslu av fóðri, og nakað verður útflutt.
Tað var annars í oktober í 2019, at Fuglafjarðar kommuna, og P/F Havsbrún, undirskrivaðu ein 15 ára sáttmála, um at útbyggja Fuglafjarðar Havn.
Tað var nakað sum var neyðugt, um økta framleiðslan av ráðvørum og lidnum vørum hjá Havsbrún kundi halda áfram at veksa og mennast, sigur Odd.

Uttanfyri verandi fóðurgoymslu hjá Havsbrún, hevur seinastu mánaðirnar, umleið 300.000 tons av sprongdum grótið frá tunnilsarbeiðinum, verðið koyrt oman móti sjóvarmálanum og út á sjógv.
Á hesi útfylling skal eitt stórt øki planerast, har tríggjar atløgusíður skulu byggjast.
Og á sama planeraða økið skal Havsbrún eisini byggja goymslubygningar til sítt virksemið. Tað bryggjuarbeiðið verður eftir ætlan liðugt seinni í ár, sigur Odd.
Tað er byggifyritøkan Articon sum stendur fyri tí arbeiðinum.

Á sumri í 2023 fór Articon eisini undir at gera nýggjan framleiðslubygning á Havsbrún. Gamli bygningurin, sum stóð har áðrenn, varð partvíst tikin niður, og grivið varð síðani út fyri fundamentum til nýggjan bygning og leiðingar vóru lagdar.
Stoypt varð ein botnpláta á, 1 metur til tjúkdar at standa á og 1.230 m² til víddar. Nýggir veggir vóru gjørdir úr betongelementum, í seks hæddum. Har hin hægsta er heili níggju metrar høg.
Hesin fóðurframleiðslubygningur er nú um at verða liðugur.
Eisini eru tríggir 250 metur langir tunlar, til at goyma mjøl, gjørdir. Arbeiðið at spreingja hesar tunlar varð liðugt áðrenn jól í fjør. Og eru tunlarnir nú um at verða klárir at taka í brúk, sigur Odd.
Á heysti 2024 var ein 75 metur høgur skorsteinur settur upp á havnalagnum í Fuglafirði. Skorsteinurin er partur av eini lukt reinsiskipan á fóðurdeildini hjá Havsbrún. Ein skipan, sum skal hjálpa til at minka um luktin frá framleiðsluni, og sum hevur havt ein stóran virkna á luktin í Fuglafirði, viðurkennir hann.
Eisini eru tvær nýggjar lýsisiloir í ferð við at verða settar upp á kaiøkinum norðuri á Enninum, nú tørvurin á fleiri lýsitangum er blivin meira neyðugur, sigur Odd at enda.

Í 1965 gjørdist Esmar Fuglø fyrsti stjóri hjá Havsbrún. Veturin 1965-66 varð verksmiðjan bygd á bryggjuni í Fuglafirði.
Í 1966 fór P/F Havsbrún undir at framleiða fiskamjøl og lýsi. Havsbrún tók ímóti fyrstu sildalastini frá Beinir tann 30. juni 1966.
Odd Eliasen hevur verið stjóri á Havsbrún síðan 2012.