Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2026 19:36

Gongur væl við skúlabyggingini í Leirvík

Mynd: Sp/f Kanjon

Arbeiðið gongur væl í sambandi við byggingina av skúlanum í Leirvík.

Tað er Sp/F Kanjon sum stendur fyri arbeiðinum. Fyritøkan sigur soleiðis á heimasíðu síni:

Beint nú er betong- og elementarbeiði í gongd, og um góða gongdin heldur fram sum higartil, verður reisigildi hildið í heyst.

Seinasta myndin vísir eina modellmynd av skúlanum. Tað er altíð spennandi at síggja verkætlanir gerast til veruleika – frá ráum betongveggjum til karmar um lív og trivnað.

Vit gleða okkum at fylgja gongdini og at síggja skúlan gerast ein góður karmur um lærdóm í Leirvík og í Eysturkommunu.