Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.07.2024 13:55

Gongulagskapping og kappríðing

Mynd: Sleipnir ríðingarfelag

Sleipnir ríðingarfelag skrivar soleiðis um kappingini farna vikuskifti:

Farna vikuskifti luttóku okkara bæði til gongulagskapping og kappríðing.

Seinasta FM kappingin í gonguløgum, Safari FM 4, varð hildin hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í farnu viku.

Her eydnaðist tað okkara 12 ára gomlu Simonu á Kiljan at vinna eitt bronsuheiðursmerki í V5 og eitt silvur heiðursmerki í T7.

Aldursmarkið at luttaka í barnaflokkinum er 15 ár.

Í V5 fyri børn verða riðin 4 gonguløg á bananum í somu roynd, tølt, trav, fert og lop.

Í T7 verður fyrst riðið spakuliga tølt, og síðani valfrítt tempo tølt.

Gleðiligt er at luttakara-skarin hjá Sleipnir ríðingarfelag alsamt veksur. Til seinastu kappingarnar hava vit eisini sæð okkara Alexandru Kjeld á hestinum Ísar.

Í T7 kappingini riðu Alexandra og Ísar seg hesaferð til eitt flott 4. pláss .

Hetta var seinasta FM kappingin í gonguløgum í ár.

Vit takka íslandsrossafelagnum fyri góðar kappingar í ár, har okkara, bæði ung sum vaksin, hava luttikið og ment seg innan hesar greinarnar av ríðingini.

Sunnudagin var kappríðing vesturi í Vágunum. Har eydnaðist tað okkara Lív og Dropa at vinna bronsu heiðursmerki í trav kappingini.

Lív og Dropi liggja nú væl fyri í samlaða FM stríðnum – tey vunnu nemliga eisini bronsu til Leynavatnsstevnuna.

Hjá okkara Freyr og Kiljan eydnaðist ikki at røkka heiðursmerkjum hesaferð, báðir vóru cirka 0,1 sekund frá heiðursmerkjum.

Vit gleða okkum longu til næstu kappríðing.

Nú eru rossini farin aftur á beiti at slappa av aftaná eitt spennandi kappingar-vikuskifti.

Næsta kapping verður væntandi á Ólavsøku.

Vit í Sleipnir ríðingarfelag ynskja øllum eina góða summarferiu og gleða okkum at kappast aftur um nakrar vikur.

Myndir: Sleipnir ríðingarfelag