Fótbóltssamband Føroya
Í løtuni eru umleið túsund atgongongumerki seld til HM undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 5. septembur.
Um tvær vikur, mánadagin 25. august, fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin, ið skal stríðast fyri Føroyar í næstu HM undankappingardystunum, ið standa fyri framman.
Fríggjadagin 5. septembur klokkan 19:45 koma Kroatia og Luka Modric á vitjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 8. septembur, er útidysturin móti Gibraltar á skránni.
Tíðliga í summar varð latið upp fyri atgongumerkjasøluni til dystirnar hjá manslandsliðnum í heyst, og í løtuni eru næstan 1.000 atgongumerki seld til stóru og spennandi uppgávuna móti kroatum.
At talan er um eitt sterkt landslið, ið kemur hendan vegin um ein lítlan mánað, sæst aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har Kroatia í løtuni er á 10. plássi. Føroyar eru nummar 141 av teimum 210 londunum, sum eru á listanum.
Undan komandi landsliðsumfari er Kekkia fremst í bólkinum við 9 stigum. Kroatia og Montenegro hava 6 stig, Føroyar hava 3, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.