Sunda kommuna
Í dag kom nýggi Vermland hjá Sp/f Vermland á kaiina í Hvalvík. Gamli Vermland hevði heimstað í Danmark, men eigarnir hava hesaferð valt, at nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi. Hetta eru vit sum kommuna sera stolt av.
Í sambandi við at nýggi Vermland fyri fyrstu ferð vitjaði á kaiini í Hvalvík, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnu- og umhvørvisnevndini umborð og heilsaðu uppá manningina og eigarnar við einari heilsan.
Sjómanstrúboðarin vitjaði eisini umborð og fekk høvið at halda eina andakt og bað signing yvir skip og manning.
Sunda kommuna ynskir reiðarí og manning bestu eydnu og signing við nýggja Vermland.




Myndir: Sunda kommuna