Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 23:27

Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár

Árni Frederiksberg og Petur Knudsen fegnast um tað, ið skuldi vísa seg at gerast sigursmálið ímóti Kasakstan - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Petur Knudsen skoraði einsamalla málið, tá manslandsliðið týsdagin vann 1-0 í venjingardysti ímóti Kasakstan, og harvið setti punktum fyri landsliðsárinum 2025 við einum flottum sigri.

Klokkan gott trý korter til sjey týskvøldið var síðsta punktum sett fyri landsliðsárinum 2025 hjá A-landsliðnum við monnum. Og sum úrslitini hava háttað seg, so fer hetta árið í søgubøkurnar sum tað besta nakrantíð.

Árið endaði við venjingardysti móti Kasakstan, sum varð spældur á Aldo Drosina Stadion í Pula í Kroatia. Úrslitið gjørdist ein góður 1-0 sigur til Føroyar, við máli sum Petur Knudsen skoraði tá ein lítil hálvur tími var spældur.

Talan var um ein javnan dyst – tó við lítlari yvirvág til føroyska liðið, tí Føroyar vóru nærri við at økja um leiðsluna, enn kasakar vóru at javna.

Eyðun Klakstein og hansara menn hava vunnið helmingin av dystunum í hesum árinum, og í undankappingini til HM 2026 endaðu Føroyar nummar trý í bólkinum við 12 stigum – beint aftanfyri Kroatia og Kekkia, men væl frammanfyri Montenegro og Gibraltar.

Næst á skránni hjá manslandsliðnum er lutakastið til UEFA Nations League 2026/2027, sum verður 12. februar, og í seinnu hálvu av mars skulu Føroyar spæla tveir venjingardystir.