Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2026 22:13

Góðar royndir heim við úr Moldova

Málskjúttarnir saman við málverjanum, ið bjargaði tveimum brotsspørkum ímóti Moldova - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Ein javnleikur og tvey tap var úrtøkan hjá U16 landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Moldova.

– Ímóti Malta lata nøkur keðilig mál inn, men eru annars væl við í dystinum. Harafturímóti avrikaðu genturnar betri ímóti Moldova og fingu ein flottan javnleik, og vunnu síðani brotssparkskappingini. Síðsti dysturin var ímóti Bosnia, sum endaði við at vinna allar tríggjar dystirnar í kappingini, og har vóru vit aftanfyri allan dystin, bæði fysiskt og tekniskt.

Tað sigur Jákup Mortensen, venjari hjá U16 landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Moldova.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 4-0 fyri Malta, og síðani spældu okkara gentur javnleik 1-1 ímóti Moldova. Vivia Lind Magnusardóttir skoraði føroyska málið.

Dysturin varð síðani avgjørdur við brotssparkskapping, sum Føroyar vunnu 3-0. Ester Vang, Lilja Dam Jacobsen og Sigga Smæri Næs skoraðu trygt úr ellivu metrum, samstundis sum málverjin, Heidi Jacobsen bjargaði tveimum av brotsspørkunum hjá Moldova, meðan tað triðja fór omanfyri.

Í síðsta dystinum, sum var ímóti Bosnia Hersigovina, var munurin stórur, og tá avtornaði vunnu bosniarar 6-0.

– Á hvør sín hátt vóru dystirnir læruríkir, og samanumtikið meti eg at vit kunnu taka nógv við okkum frá hesari kappingini, sigur Jákup Mortensen.

Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir