Tíðindaskriv/Badmintonsamband Føroya
Farna vikuskiftið var seinasta umfar í liðkappingini í badminton í Danmark.
Sum áður skrivað, so var møguleiki hjá fleiri teirra at flyta upp í betri deild.
Liðið hjá Jónas og Árant vann 9-4 og flyta upp. Liðið var 11 stig framman fyri nummar tvey.
Liðið hjá Rúna Øster og Miriam í Grótinum vann 10-3, og flyta tey upp í 2. deild, sum er triðbesta deildin í Danmark. Tey vunnu deildina greitt. Tey vóru heili 21 stig framman fyri nummar tvey.
Liðið hjá Magnus Dal-Christiansen vann eisini sín liðdyst, tey vunnu 9-4. Og spæla tey aftur í 3. deild komandi ár.
Eitt sera gott ár hjá útisetunum.
Um tvær vikur byrjar Kontrast FM, tá koma útisetarnir heim at kappast við heimligu leikararnar.
Byrjað verður 2. páskadag við einmansleiki hjá kvinnum og monnum, og hildið verður so áfram við tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki 9. og 10. apríl.
Leygardagin 11. apríl verður finaludagurin saman við borðtennis og judo hildin í Høllini á Hálsi.



Myndir: Badmintonsamband Føroya