Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2025 09:53

Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum

Landsbanki Føroya

Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks í 2023 til 776 mió. kr. Úrslitið fyri 2024 var eisini gott, 792 mió. kr. ella ein vøkstur frá 2023 til 2024 á 2%.

Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks munandi í 2023 samanborið við undanfarin ár orsakað av framgongd í grundrakstrinum, sí mynd 1.

Frá 2023 til 2024 er ein lítil vøkstur í úrslitinum áðrenn skatt á 2%. Vøksturin í grundinntøkuni var tó góð 6%, meðan ein vøkstur í niðurskrivingum og kursstilligum togar samlaða vøksturin áðrenn skatt niður á 2%. Niðurskriving av útlánum vaks við 11,4%, frá at vera 2,2 mió. kr. í 2023 til 27,7 mió. kr. í 2024, sí mynd 1.

Mynd 1 Úrslit áðrenn skatt

Vøksturin í grundrakstrinum í 2023 stavaði í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum, sum vuksu við 72%. Nettorentuinntøkurnar vuksu eisini í 2024, tó ikki so nógv, men við 6%. Nettorentuinntøkur er munurin millum rentuinntøkur frá útlánum og rentuútreiðslum á innlánum. Nettorentuinntøkurnar øktust í tíðarskeiðinum frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin vaks.

Rentumarginalurin hevur síðani verið minkandi, sí mynd 2.

Mynd 2 Gongdin í rentumarginalinum

Hinvegin hava inntøkurnar frá ómaksgjøldum verið lægri í 2021 – 2024, enn í undanfarnu árunum, sum eru víst í gulu stabbunum í mynd 3. 

Mynd 3 Grundinntøka

Talva 1 vísir úrslitið hjá føroysku peningastovnunum í krónum fyri árini 2023 og 2024, umframt solvensin í %. Úrslitini eru økt hjá øllum bankunum í 2024 samanborið við 2023, undantikið hjá Suðuroyar Sparikassa.

Talva 1 vísir eisini rentingina av eginognini, sum er frá 6,0% til 15,8%. Føroya Banki og Norðoya Sparikassi hava betrað um rentingina frá 2023 til 2024, meðan rentingin av eginognini hjá Betri Banka og Suðuroyar Sparikassa er nakað verri í 2024 samanborið við 2023.

Talva 1 Úrslit hjá føroysku bankunum

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrr hálvu 2025 her.