Bakkafrost/Tíðindaskriv
(Tøl í klombrum vísa til sama tíðarskeið árið fyri)
Bakkafrost seldi fyri 1.562 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi, í mun til 1.940 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri. Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi var 356 milliónir krónur. Í 2023 var sølan tilsamans 7,1 milliardir krónur og rakstaravlopið 1,5 milliardir krónur. Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi var 73.000 tons.
Úrslitið í fjórða ársfjórðingi var sera ymiskt millum londini:
Føroyar: Søla á 1.478 milliónir krónur (1.641 milliónir)
Rakstraravlop EBIT á 460 milliónir krónur (525 milliónir)
Skotland: Søla á 84 milliónir krónur (298 milliónir)
Rakstraravlop EBIT á -104 milliónir krónur (-149 milliónir)
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
“Bakkafrost hevði eitt gott úrslit í fjórða ársfjórðingi, við lutfalsliga munandi betri rakstraravlopi. Laksamarknaðurin var sum heild góður og stórur eftirspurningur var á øllum høvuðsmarknaðum. Okkara laksur er sera høgt í metum og tískil fáa vit eyka góðan prís, serliga í USA, har vit seldu 25% av føroyska laksinum í fjórða ársfjórðingi.
Eg fegnist um framgongd innan fiskaheilsu og -vælferð í alingini í Føroyum. Nógv arbeiði og stórur dentur er lagdur á hetta øki. Ein sterkur og burðardyggur leistur er lagdur fyri alivirksemi okkara í Føroyum. Í 2023 megnaðu vit eitt miðal mánaðarligt yvirlivilsi av fiskinum á 99,4%, miðalvektin av tikna fiskinum var 4,6 kg í kruvdari vekt og 90% av fiskinum var superior góðska, ið er hægsti góðskuflokkur. Í Skotlandi eru vit ikki komin líka langt sum í Føroyum, men væl ávegis. Mánaðarliga yvirlivilsi var har 98,3% í miðal, miðalvektin á tikna fiskinum var 4,2 kg í kruvdari vekt og 89% av fiskinum var superior góðska.
Aftaná ein sera truplan triðja ársfjórðing í alingini í Skotlandi, gekk tað munandi betur í fjórða ársfjórðingi. Lívfrøðiliga gongdin batnaði og vit valdu at minka tøkuna mest møguligt, og heldur lata fiskin vaksa til tøku í fyrra hálvári 2024.”
Havsbrún tók ímóti 53.552 tonsum (46.051 tons) av ráfiski í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið, EBITDA lutfallið, var 25% (14%) og Havsbrún seldi 39.354 tons (32.600 tons) av fóðri í ársfjórðinginum. Fyri alt árið 2023 tók Havsbrún ímóti 467.037 tonsum (297.814 tons) av ráfiski og rakstraravlopið var 23% (18%).
Í smoltaligeirunum í Føroyum og Skotlandi vórðu 6,8 milliónir (8,5 milliónir) smolt sett á sjógv í fjórða ársfjórðingi 2023:
- Føroyar: 5,2 milliónir (5,0 milliónir)
- Skotland: 1,7 milliónir (3,5 millionir)
Í 2023 vórðu íalt 23,2 milliónir (25,4 milliónir) smolt sett á sjógv:
- Føroyar: 14,2 milliónir (14,4 milliónir)
- Skotland: 9,0 milliónir (11,0 millionir)
Í fjórða ársfjórðingi 2023 var rakstrarúrslitið í smoltaligeiranum í Føroyum 26,75 krónur (34,55 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum. Í smoltaligeiranum í Skotlandi var rakstrarúrslitið -49,44 krónur (-20,60 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum.
Sjógvaligeirarnir fingu hægri søluprís í fjórða ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tøkan í Føroyum og Skotlandi var lægri enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Í fjórða ársfjórðingi 2023 hevði sjógvaligeirin í Skotlandi útreiðslur av óvanligum felli, svarandi til 48 milliónir krónur (83 milliónir).
Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi í fjórða ársfjórðingi 2023 var 17.067 tons í kruvdari vekt (24.474 tons):
- Føroyar: 16.005 tons (19.276 tons)
- Skotland: 1.062 tons (5.198 tons)
Í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 73.006 tons í kruvdari vekt (90.603 tons):
- Føroyar: 52.408 tons (66.686 tons)
- Skotland: 20.598 tons (23.917 tons)
Sjógvaligeirin í Føroyum hevði eitt rakstraravlop á 4,01 krónur/kg (13,19 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Sjógvaligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 44,97 krónur/kg (rakstarhall á 32,64 krónur/kg) í sama tíðarskeiði.
Tænastugeirin hevði eitt rakstaravlop á 0,76 krónur/kg (0,05 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið í prosentum var 7% (1%).
Í fjórða ársfjórðingi 2023 var samlaði umsetningurin hjá sølugeiranum 2.355 milliónir (2.385 milliónir) og rakstraravlopið í prosentum var 4% (4%). Rakstraravlopið var 5,94 krónur/kg (4,33 kr/kg).
Úrslitið hjá Bakkafrost sambært gomlu geiralýsingini er at finna í appendix í frágreiðingini fyri fjórða ársfjórðing 2023.
Sambært vinningsbýtispolitikkinum hjá Bakkafrost, skulu 30-50% av vinninginum gjaldast út sum vinningsbýti. Fíggjarstøðan hjá Bakkafrost er sterk, og tískil fer nevndin at skjóta upp á ársaðalfundinum, sum verður týsdagin 30. apríl 2024, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.
ÚTLIT
Marknaður
Útboðið av laksi nærum óbroytt í fjórða ársfjórðingi
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi var umleið 0,3% hægri í fjórða ársfjórðingi 2023, í mun til sama ársfjórðing árið fyri, tá hædd er tikin fyri goymslubroytingum. Uttan goymslubroytingar minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 1,8% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing í fjør.
Nærum óbroyttir laksaprísir
Laksaprísurin, í evrum, var 0,2% lægri í fjórða ársfjórðingi, í mun til sama ársfjórðing í fjør. Avmarkaður vøkstur í útboðnum av laksi og stórur eftirspurningur, serliga í USA og Kina, hava ávirkað laksaprísirnar.
2% vøkstur í útboðnum av laksi í 2024
Altjóða útboðið av laksi fyrra hálvár 2024 verður á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør. Í øðrum hálvári 2023 veksur útboðið væntandi 4% og samlað fyri alt árið 2024 væntast vøksturin at verða um 2%, uttan atlit til goymslubroytingar.
Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Eysturevropa (undantikið Russland) og í Fjareystri.
Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið sera góð í fjórða ársfjórðingi. Dupultvirkandi feskvatnsskipanin, til viðgerð ímóti millum annað laksalús, hevur havt ein týðandi leiklut og ført til metlág lúsatøl.
Miðalvektin á tikna fiskinum, vøksturin og fóðurgagnnýtslan batnaðu eisini í hesum ársfjórðinginum. Hetta sást serliga aftaná oktobur, tá tann seinasti fiskurin varð tikin, av teimum sum vórðu sett á sjógv sum smolt við lægri góðsku, tí smoltini høvdu verið útsett fyri vánaligari vatngóðsku á eini smoltstøð í 2021. Útlitini fyri føroyska aligeiran eru góð og Bakkafrost væntar í komandi ársfjórðingum at taka størri fisk og áhaldandi at betra um lívfrøðiliga raksturin.
Í smoltalingini í Føroyum hevur Bakkafrost seinastu árini áhaldandi arbeitt við at víðarimenna góðskuna av smoltunum, ið nú verða framleidd størri enn áður, sum eisini er torførari. Smoltgóðskan er ment munandi, síðani fyrstu stóru smoltini vórðu latin frá smoltstøðini á Strond. Nú er farið undir næsta stig, sum snýr seg um at framleiða fleiri stór smolt, samstundis sum góða smoltgóðskan verður varðveitt. Stóru útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum, Glyvradali og Viðareiði hava økt framleiðsluorkuna við meira enn 50% og nú økist smoltframleiðslan enn meira Nýggja smoltstøðin í Skálavík, sum Bakkafrost undirskrivaði sáttmála um í fjórða ársfjórðingi 2024, fer at leggja umleið 7 milliónir smolt á 500g afturat framleiðsluorkuni. Byggingin byrjar væntandi í fyrsta ársfjórðingi 2024 og tá ið smoltstøðin er liðug, umleið trý ár seinni, verður møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 24 milliónir smolt árliga á 500g, sum greitt er frá í 5-ára íløguætlanini.
Sjógvalingin í Skotlandi hevði lívfrøðiligar avbjóðingar í seinna hálvári 2023, tá ið sjógvurin er heitastur og lívfrøðiligu váðarnir størstir. Seinnu árini hava alifeløgini í Skotlandi stríðst við pinku-hvalspýggjur og annað, sum ger seg inn á toknuheilsuna hjá fiskinum. Lívfrøðiliga gongdin hjá Bakkafrost er tó batnað munandi síðani miðjan september 2023 og fellið er somuleiðis minkað munandi. Øktu førleikarnir at viðgera við feskvatni, hava sum heild minkað um avleiðingarnar á toknuheilsuna hjá fiskinum, sum álop av pinkuhvalspýggjum annars føra við sær. Somuleiðis eru lúsatølini vorðin sera lág av feskvatnsviðgerðini.
Av tí at lívfrøðin er batnað so mikið síðani miðjan septembur, hevur Bakkafrost gjørt av at minka tøkuna í Skotlandi til umleið 1.000 tons i fjórða ársfjórðingi. Fiskurin verður í staðin tikin í fyrsta ársfjórðingi í 2024, tá ið meira fæst fyri fiskin, tí hann er vorðin størri.
Fyri at minka um lívfrøðiligu váðarnar í sjógvalingini í Skotlandi, hevur Bakkfrost endurskoðað strategiina fyri sjógvalingina komandi árini. Ein nágreinilig váðameting er gjørd av øllum aliøkjum og váðin fyri at ala á einstøku aliøkjunum er mettur í mun til, hvør laksastamma verður nýtt, hvør smoltstøð hevur framleitt smoltini, smoltstødd og nær á árinum tað er ráðiligt at seta út í økinum. Niðurstøðan er at Bakkafrost fer at leggja enn størri dent á at brúka egin framleidd hágóðsku stór-smolt, í fyrsta umfari frá Applecross smoltstøðini. Avleiðingin fyri 2024 verður, at nærum øll sjósett smolt verða latin frá Applecross. Ein onnur avleiðing er, at smolt ikki verða sett út aftur á summi aliøkir, fyrr enn váðin er minkaður, við at tað verða útsett størri hágóðsku smolt. Nøkur aliøkir fara ikki at hava stóran fisk í sjónum í triðja ársfjórðingi, tá ið váðin er størstur. Miðað verður eftir at umleið 70% av samlaðu tøkuni í 2024 verður í fyrra hálvári.
Smoltalingin í Skotlandi mennist alsamt, við útbyggingunum av Applecross smoltstøðini. Fyrsta royndarútsetingin haðani var í mai 2023, við eini miðalvekt á 250g. Í 2024 verður útsetingin frá Applecross umleið 9,1 milliónir smolt á 200-300g, sum er umleið 98% av samlaðu útsetingini fyri 2024. Tá ið Applecross smoltstøðin er liðug, um ársskiftið 2024/2025, verður smoltstøðin før fyri at framleiða øll neyðugu smoltini til skotsku alingina hjá Bakkafrost, við eini miðalvekt um 200-300g. Sum ávíst í føroysku alingini, eru stórir fyrimunir við at hava stór hágóðskusmolt, tí tey vaksa styttri tíð í sjónum og eru sostatt minni útsett fyri váðar. Í fjórða ársfjórðingi 2023, var miðalvektin av sjósettu smoltunum í Skotlandi 113g, ið er 2% lægri enn sama tíðarskeið árið fyri.
Útsetan av smolti
Í Føroyum ætlar Bakkafrost at seta um 17,8 milliónir smolt á sjógv í 2024 og um 9,3 milliónir smolt í Skotlandi. Miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi verður væntandi yvir 200g. Mongdin og miðalvektin á útsettu smoltunum eru týðandi fortreytir, fyri at kunna meta um framtíðartøku hjá Bakkafrost.
Milliónir sjósett smolt | ‘24e | ‘23 | ‘22 | ‘21 | ‘20 | ‘19 |
Føroyar | 17.8 | 14.4 | 14.5 | 14.4 | 14.3 | 12.7 |
Skotland | 9.3 | 10.5 | 10.8 | 11.1 | 10.4 | 12.4 |
Miðalvekt (g) | ||||||
Føroyar | 450 | 396 | 345 | 376 | 320 | 205 |
Scotland | >200 | 117 | 107 | 95 | 88 | 83 |
Bakkafrost leggur dent á at tryggja støðugan vøkstur av smoltunum og áhaldandi menning av smoltgóðskuni. Á smoltstøðunum í Føroyum verður serligur dentur lagdur á, at smoltvektin og góðskan verða javnað, tí hetta gevur betri rakstur í alingini á sjónum.
Samlaða tøkan í 2024 verður væntandi 91.000 tons av laksi í kruvdari vekt, harav 66.000 tons í Føroyum og 25.000 tons í Skotlandi. Samlaða tøkan verður væntandi býtt soleiðis:
1. ársfjórðing | 2. ársfjórðing | 3. ársfjórðing | 4. ársfjórðing | |
Føroyar | 20% | 25% | 27% | 28% |
Skotland | 25% | 44% | 16% | 14% |
Lívfrøðin, umhvørvið og marknaðurin kunnu ávirka tøkuna.
Søla & Liðugvøruframleiðsla
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Í mong ár hevur Bakkafrost miðað eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Nýggja tøkugjaldið ger møguleikarnar fyri framleiðslu av sáttmálabundnum liðugvørum verri. Tískil hevur Bakkafrost tillagað virksemið fyri liðugvøruframleiðslu og minkað um váðan av sáttmálabundnum liðugvørum. Fyri 2024 hevur Bakkafrost minkað um liðugvørusáttmálarnar til umleið 9% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES fyri svartkjaft í 2024 er 1.530 túsund tons, sum er ein hækking á 12,5% samanborið við 2023.
Framleiðslan av fiskamjøli verður væntandi høg í 2024, meðan framleiðslan av lýsi verður á einum meira vanligum støði.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.
Íløgur
Á íleggjaradegnum, ið varð hildin 6. juni 2023 í Skotlandi, kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2024-2028 áljóðandi 6,3 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.
Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er, at avrita háttin Bakkafrost virkar í Føroyum til Skotlands. Bakkafrost umhugsar millum annað at byggja tvær stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Við hesum fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 15 milliónir smolt á 500g í Skotlandi. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og at økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.
Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti verður omanfyri 24 milliónir smolt á 500g. Eisini er ætlanin at umbyggja nakrar smærri verandi smoltstøðir til lívfiskastøðir, og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður útbygd. Í íløguætlanini er eisini sett av til átøk, sum hækka gagnnýtsluna av verandi aliøkjum, eins og til nýggja alitøkni á sjónum. Við hesum gerst møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 110.000 tons í kruvdari vekt, sum er ætlanin at røkka í 2028.
Við íløguætlanini 2024-2028 væntar Bakkafrost at røkka einari samlaðari tøku á 165.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2028. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 200.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).
Deil á Facebook