Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2025 07:47

Góð byrjan og góður sigur í Reykjavík

Málskjúttarnir móti Íslandi, Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen - Mynd: Virgar Hvidbro/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Við tveimum málum móti einum vann føroyska U21 landsliðið hóskvøldið 2-1 á útivølli móti Íslandi. Málskjúttarnir vóru Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen.

Ólavur Mikkelsen og hansara U21 menn stóðu hóskvøldið fyri einum framúrskarandi sigri á Thrótturleikvøllinum í Reykjavík í Íslandi.

Tað vóru bara farnir tríggir minuttir, so legði Mattias Hellisdal Føroyar á odda 1-0, og tá eitt stórt korter var spælt økti Áki Samuelsen um føroysku leiðsluna.

Sum fráleið løgdu íslendarar alsamt størri trýst á føroyska liðið, og tá 62 minuttir vóru farnir minkaði Ísland til 2-1.

Heimaliðið hevði bóltin nakað meir enn okkara, men føroyska verjan og málverjin stóðu stinn, og veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð.

Næsti dystur hjá føroyska U21 landsliðnum verður á útivølli týsdagin í komandi viku, tá Luksemborg tekur ímóti á Frontiere Stadion í Esch-sur-Alzette.

Teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Íslandi – Mynd: Jan Falkenberg Jensen
Gott lag á føroyska hópinum eftir 2-1 sigurin á Íslandi – Mynd: Virgar Hvidbro